El-arbeiði á landi
Vit átaka okkum el-arbeiði á landi innan øll øki. Vit hava gjørt el-innlegging í skúlar, ellisheim og aðrar almennar bygningar umframt virkisbygningar og ítóttarhallir síðani 1991.
Um tú hevur nýbygging í huga, er tað tí eitt gott hugskot at leita til El-in eftir ráðgeving innan elektriska partin. Eisini hava vit dagliga viðlíkahaldi av slíkum bygningum og ikki minst sethúsum.
Tað ber altíð til at ringja á telefon 284510 um tú ynskir hjálp, tí el-skipanin, ikki virkar sum hon skal.
Tað er sera umráðandi at fyri virknaðin og trygdina, at rætta tilfari verður brúkt. káplarnir til einhvørja el installatión skulu vera teir røttu. Vit ráðgeva og hjálpa fegin okkara kundum til hvat er best til teirra tørv. Vit hava somuleiðis eitt sera stórt úrval av káplum av ymiskum sløgum. Millum annað installatiónskáplar, Silikon káplar ið man brúkar til spottir. Skipskáplar, gummikáplar, netkáplar og signalkáplar.