Skúlin á Skúlatrøð

Skúlatrøð bleiv liðugt umvældur í 2020. El-in var veitari av øllum el-tilfari, so sum káplar, stikkontaktir, ljós, avbrótarar v.m. Samstundis vóru vit eisini el-innleggjarar til snøgga nýggja skúlan, har vit skuldi finna nýmótans loysnir til alskyns uppgávur, sum ein nýggjur skúli krevur.

Eg minnist aftur á arbeiði í skúlanum sum eina góða tíð, har alt skuldi ganga skjótt og væl. Av tí at arbeiði frá okkara arbeiðsleiðarum var væl fyriskipað, vóru tað sjálvdan trupuleikar, og tá trupuleikarnir komu, so bleiv tað altíð væl loyst.

Eg komi eisini at minnast arbeiði á Skúlatrøð, sum eina serliga tíð, har koronafarsóttin breyt út ímeðan arbeiði stóð á, og alt Føroyar var í undantaksstøðu, av tí sama gingu øll arbeiðsfólkini í masku og hildu frástøðu. – Alt í alt ein sera góð, serlig og lærurík tíð, fortelur ein av okkara elektrikarum.

El-in gjørdi eisini eina ABA – brunaskipan, ið er ein umfatandi, men sera týdningarmikil brandskipan, sum millum annað tryggjar at um eldur kemur í, so verður automatiskt boða frá til sløkkiliðið.

Hetta var størsta íløga sum Klakavíkar kommuna nakrantíð hevur gjørt, og størsta einstaka uppgávan sum El-in hevur gjørt, vit eru sera ernir av at hava verið við í arbeiðinum og somuleiðis ernir av endaliga úrslitinum.

Aðrar keysir