Termografering
El-in bjóðar termografering av el-talvum í tínum bygningi fyri at finna møguligar
feilir. Slíkir feilir kunnu elva til rakstrarstøðg ella í verri førum til eldsbruna. El-in
hevur fólk, sum er certifiserað til hetta arbeiði og tól okkara eru á hægsta støði til
slíkar kanningar, sum eru undir eftirlitið frá DBI (Dansk Brand og sikringsteknisk
institut). Tryggingarfeløgini mæla til, at termograferað verður minst annaðhvørt ár
fyri at minka um vandan fyri eldsbruna.
Eftir eina termografering fært tú eina frásøgn, sum vísir støðuna í el-talvuni og eisini
verður viðmerkt um nakað er áfatt, sum krevur ábøtur.
Hví termografera vit
Tað er ein sannroynd, at nógvir eldsbrunar standast av høgum hita í el-talvum.
Orsøkir kunnu verða slit í komponentum ella at íbindingar við tíðina loysna av teim
smáu ristingunum, sum koma frá dagligum rakstri í nærumhvørvinum
Útifrá komandi ristingum sum t.d. tungari ferðslu
Ógvusligar veðurlagshendingar sum stormur ella tora.
Tá íbindingar loysna ella slit kemur á ein komponent, har nýtslan er stór, so kann ein
ógvusligur hiti síggjast í komponentinum, og hetta kann í ringasta føri gera, at eldur
kemur í.
Tað er altíð betri at fyribyrgja einum skaða enn at stríðast við at sløkkja, tá skaðin er
hendur. Ein effektivur háttur at fyribyrgja er at máta hitan í talvuni og harvið fanga
feilin, áðrenn hann gerst ov stórur.
TRYGGJA DAGLIGA RAKSTURIN
Ein eldsbruni kann í besta føri órógva dagliga raksturin. Í ringasta føri kanst tú missa
alt á gólvið. Við termografering miðja vit ímóti at fanga trupuleikan, áðrenn hann ger
ov stóran skaða. Vit gera eisini eitt tilmæli til tín um, hvussu ofta hetta skal gerast, alt
eftir hvussu týdningarmikið tað er at sleppa undan rakstarstegði vegna skaða av
ovurhiting í el-talvum.
HVUSSU KOMA VIT Í GONGD?
Tú kanst bíleggja tíð til termografering á telefon 284523 ella á mail hilmar@el-in.fo. Síðani koma vit at gera eina avtalu við teg um nær rætta løtan er at termografera. Hetta skal gerast í vanligum rakstri ella við vanligari el-nýtslu
Inergen frá Fire Eater
The extinguishing principle utilised by INERGEN ® is called oxygen displacement.
The purpose of oxygen displacement is to reduce the oxygen level in the protected area so that the fire cannot “breathe”.
Inergen consists solely of gases that occur naturally in the atmosphere and is completely harmless to humans.
Yvirskrift
Dorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit. Etiam eu turpis molestie, dic.