
Um okkum
El-in er í dag millum fremstu veitarar innan eldávaringarskipanir og líknandi øki knýtt at brunatrygd. Harafturat veita vit tænastur innan alt el-arbeiði bæði á sjógv og landi. Í handlinum kanst tú finna alt til heimið, sosum lampur, búnýti og el-tól og sjálvandi eisini tilfar til el-innleggingar
Fyritøkan hevur yvir 30 ár á baki, og byrjaði við lítlum handli og tilknýttum verkstaðið. Handilin lat dyrnar upp á fyrsta sinni 19. september í 1992 í gomlu familjufyritøkuni, har Haldor Holm hevði kent bakarí.
Vaksandi virksemi hevði við sær, at nýggjur bygningur var reistur og 22.04.2006 vóru dyrnar latnar upp til nýggjan handil og verkstað í Klingrugarði, har vit húsast enn tann dag í dag.
Vit fegnast um at viðskiftafólk okkara nú finnast um alt landið og vit leggja alla orku í at veita bestu tænastu bæði á verkstaðnum og í handlinum.
Tað hevur nógv at betíða fyri okkum at veita eina góða tænastu, hava ein innbjóðandi og góðan handil, tí var tað sera stórt fyri okkum tá vit í 2016 blivu vald til ”Årets belysning butik i det danske kongerige.

Elin og Hilmar Danielsen tá handilin opnaði í 1992.



Starvsfólk





Jóannes Kalsø Danielsen

Dánjal Johannesen

Ragnar Høgnesen
Lindi í Gerðum

John Sigurðsson

Hannis Matras

Olaf K. Hansen

Tróndur Bjarnason

John Herman Fuglø

Kristian Martin Fuglø

Bjarni Werner Zachariasen

Sonhard Ziskason
