Brunatrygd

Vit hava arbeitt miðvíst við eldávaring í 15 ár,  og seinstu árini hava vit víðka hetta arbeiði til fleiri øki innan brunatrygd, so sum sløkkiskipanir, ABDL, ABV, AVA og ikki minst eina áhaldandi menning í eldávaringarskipanum (ABA).

Okkara fyritøka er einasta góðkenda ABA installatør fyritøka í Føroyum. Hetta merkir at vit kunnu verða við í allari tilgongdini, tá ein eldávaringarskipan til ein bygning skal uppbyggjast. Sostatt projektera, tekna og útføra vit arbeiði við eldávaringarskipanum frá byrjan til enda og tryggja eisini eina framhaldandi góðkenning av skipanum fyri kundar okkara. 

Møguleikarnir eru nógvir

ABA

ABA merkir Automatisk Brand Alarm og er besta trygd fyri at fáa eina skjóta ávaring, sum kann framskunda eldsløkking og verða við til at bjarga mannalímum og virðum. Við ABA verður Brunastøðin sjálvvirkandi uppringd, so skjótt sum roykur er inni. Tað eru royk og hitafølarar, sum eru knýttir saman í eina miðstøð, sum er bundin í eina vaktarskipan hjá Tórshavnar Sløkkiliðið, sum er virkin allar tíðir á degi og nátt. Tískil ganga bert fá sekund frá tí at roykurin uppstendur til boðini sjálvvirkandi eru send til sløkkiliðið.

ABDL

ABDL er automatiska skipanin til at stýra hurðum, so at eldur kann forðast í at breiða seg í bygningum. ABDL kann standa einsamalt, men er ofta bundið í ABA-skipanina.

AVA

AVA er ein skipan fyri taluvarsling. Tað merkir ein skipan sum gevur munnlig boð, um roykur er í bygningi. AVA er ofta stýrt av ABA-miðstøðini

ARS

ARS er ein sløkkiskipan, sum sjálvvirkandi sløkkir eldin í einum rúmi. Hendan skipanin er ofta íbundin ABA-skipanini og stýrd av henni, men kann eisini standa einsamøll. El-in hevur avtalu við Fire Eater um teirra sløkkiskipan, sum sløkkir eld við eini luftblanding, har vit menniskju kunnu anda sum vanligt, sjálvt um eldurin verður køvdur. Tú kanst lesa meira um Fire Eater aðrastaðni á heimasíðu okkara

Schneider-samstarv

Vit megna at arbeiða innan fleiri merki, men okkara høvuðssamstarv er við Schneider, har vit eru góðkendir til fleiri av teirra skipanum, soleiðis at vit kunnu samanbinda skipanir, leggja út til servicering frá teldu ella telefonini osv.

Inergen frá Fire Eater

Brunaskipanir