​INFO & KONTAKT

Tlf.: 47 45 00el-in@el-in.fo

Lampur

Tá ið tú skalt velja lampur, er sjálvt ljósið ikki einasta endamálið. Lampurnar skulu eisini taka seg væl út tá ið tær eru sløktar baði í formi, materiali og stíli. Tann rætta lampan á tí rætta staðnum, kann vera við til at samlað rúmi og gera tað meiri hugnaligt.​

EL-IN metir seg at hava størsta úrvalið innan lampum í Føroyum, og hettar er vegna at vit hava fleiri veitarir sum bjóða høga góðsku við flottum sniðið, sum t.d. Nielsen Light, Nordlux, Eglo, Belid o.a.​

Belid er ein svensk fyritøka sum framleiðir og sniðgevir allar sínar lampur sjálvið.

Belid hava sjálvið framleitt teirra lampur síðani 1974, og tey ynskja at hava tí bestu góðskuna, og hettar sæst aftur á tí

breiða úrvalinum av bæði innan-/uttandura lampum til hvørt endamál.

Les meira um Belid og síð teirra úrval av lampum her.​

EGLO bleiv stovnað í 1969, og er í dag eitt av førandi fyritøkum sum framleiða lampur til bæði innan-/uttandura.​

EGLO lampur finnast í fleiri farvum og sniðið, so tú kanst finna eina lampu til tín serstaka tørv.​

Nógv orka verður lagt í sniðið. EGLO ynskir at verða nýskapandi og verða eitt sindir ørðvísið, enn aðrir veitarir av

lampum tá tað kemur til snið.

So um tú ynskir at finna eina lampu sum fá hava, so er tað EGLO sum framleiðir hana, og tú hevur møguleika at

keypa hesar lampur frá EL-IN.​

Les meira og síð úrval teirra her.

Nielsen Light metir at ljós skapar stemningin í einum rúmi, og er viðvirkandi at spreiða gleið og vælveru millum menniskjur.

Nielsen Light er eitt sterkt merkið innan lampum, og hevur fokus á flott snið og góða góðsku til ein yvirraskandi lágan kostnað.

Serliga hevur teirra gólvlampa, har ið kundin kann velja sínu egnu lampuskermar við ymsum litir, verið sera væl dámd.

"Lamper til alle livets bedste øjeblikke..."

Les meira og síð úrval teirra her.

Nordlux bleiv stovnað í 1977, var málið hjá teimum verið at bjóða lampir av høgari góðsku til ein lágan prís.

Hettar málið standa teir stadivekk inn fyri, og tískil kunnu teir í dag bjóða eitt breitt úrval av lampum til bæði innan-/uttandura.

Nordlux metir at tað er vigtigt at fylgja tí teknisku menningini fyri at kunna bjóða tey bestu og mest funktionellu vørur til kundarnar.

Og teir meta at tað er vigtigt at verða á leið við tí altjóða trendinum og sniðið fyri at tryggja at teirra lampir eru attraktivar at eiga.

Les meira og síð úrval teirra her.​

EL-IN

Klingrugarður 8

700 Klaksvík

Tlf: 47 45 00 | Fax: 47 45 01​

Mail: el-in@el-in.fo

Upplatingartíðir

Mánad. - Hósd: 10.00 - 17.30

Fríggjadag: 10.00 - 18.00

Leygardag: 10.00 - 14.00

El-in Spf
Klingragardur 8
700 Klaksvik