• elin
  • elin


EL-IN: Klingrugarður 8, 700 Klaksvík • Tlf: 474 500 • Fax: 474 501


Verkstaðurin - Um okkum

Frá byrjan av, hevur EL-IN altíð lagt seg eftir at geva eina góða tænastu innan el-innleggingar. Hetta arbeiði umfatar millum annað el-innlegging í sethús, virkisbygningar og bátar. Sum størsta el-innleggjara virkið í norðoyggjum bjóða vit okkum fram til allar el-innleggingar á sjógvi og landi.

Við okkara royndum og førleika til el-innleggjan, eru vit altíð klárir at geva tær eina hjálpandi hond tá ið títt hús ella virkið, skal byggjast upp ella umvælast. Nógv er at taka støðu til tá ið hús skulu byggjast, og er tað umráðandi, at el-ráðgevingin er á høgum støði.

Verkstaðurin kann bjóða hesar tænastur:

Alt vanligt el-arbeiði í sethúsum og á stovnum. Til stovnar bjóða vit eisini ABA-anlegg umframt hátalaraskipanir

Alt el-arbeiði umborð skipum og bátum

Antennuskipanir og veitan av møguleikum frá televarpinum og Canal Digital

Hvítvøruumvælingar

 

EL-IN | Klingrugarður 8 | 700 Klaksvík | Tlf: 474 500 | Fax: 474 501