Akkumulatorar

Akkumulatorar

Banner

Uni Bull

Vís meir

Running Bull AGM

Vís meir

Buffalo Bull SHD Pro

Vís meir

AGM Deep Cycle

Vís meir

Løðarir til Akkumulatorar

Vís meir

Tá tú keypir akkumulator skalt tú hugsa um hvat tín tørvur er. Vit hava vanligar akkumulatorar við syru, har tú kanst velja ímillum startakkumulatorar og nýtsluakkumulatorar. Teir til start geva ein eyka sterkan streym í stutta tíð, meðan teir til nýtslu tola betri at verða troyttir javnan í eina langa tíð. Akkumulatorar okkara við syru eru frá Banner, eitt dygdargott og gamalt produkt úr Eysturríki og vit kunnu við 20 ára royndum bara siga alt tað besta um hetta merki. Vit hava eisini akkumulatorar uttan syru. Hesir eru nakað dýrari enn teir við syru, men afturfyri tola teir sera væl at verða hart koyrdir, samstundis sum teir hava ein góðan startstreym. Teir nýtast ikki at standa í akkumulatorkassa, tí einki gass og eingin syra kemur frá teimum. Vit hava teir í nógvum ymiskum støddum líka frá 7 Ah upp til 200 Ah.

Far til heimasíðuna hjá veitaranum

Vitja heimasíðuna

Okkara Vørumerkir