Útkoyring
|
Einki roks!! Vit eru altíð klár at veita tær eina góða tænastu – eisini við tí tunga arbeiðinum. Vit hjálpa tær fegin við at fáa vøruna heim til tín, seta upp, og beina tað gomlu maskinuna burtur fyri teg. Tær nýtist ikki at hugsa um at sleipa, toga, forstrekkja ella at fáa sveittan fram, tí vit kunnu gera alt hetta fyri teg. Fyri einans 400 kr. fært tú vaskimaskinuna borna heim, setta til og vit taka ta gomlu við okkum. Hetta gevur tær trygd fyri at arbeiði er gjørt rætt og gott.
Útkoyring umfatar:
- Útkoyring
- Íbindan
- Avprøvað
- Beina tað gamla burtur
Ynskir tú at skifta allan køkin út og tú ynskir at vit skulu seta allar hvítvørurnar til, so ring ella støkk inná gólvið og fá eitt gott tilboð.
Tú kanst eisini altíð venda tær til okkum um tilboð ella ráðgeving innan el-instalatiónir í tínum heimi, summarhúsi ella onkra heilt aðrastaðni – vit eru her fyri at hjálpa tær! |
|