Tænastur
|
| Tá ið tygum keypa hvítvørur frá EL-IN, kunnu tygum verða vís í at tygum keypa frá einari fyritøku, sum er før fyri at veita tygum eina fyrsta floks tænastu.
Tygum ráða fyri, hvussu nógv tygum vilja gera sjálvi viðvíkjandi útkoyring og uppseting, sum tað er greitt frá niðanfyri.
Harafturat hava vit eitt gott verkstað, har fólk við útbúgving innan hvítvøruumvælingar stendur til reiðar at umvæla hvítvørur tygara.
Á verkstaðnum hava vit eisini eykalutir til tey merkini, sum vit selja mest av, so at bíðitíðin verður minst møgulig.
Í teimum førum, har ikki ber til at umvæla her og nú, hava vit hvítvørur at læna út, meðan umvælingin verður gjørd.
|
|