​INFO & KONTAKT

Tlf.: 47 45 00el-in@el-in.fo

Køks ráðgeving

Áðrenn tú keypir køk!

Um tú gongur og hugsar um ein nýggjan køk, er altíð gott at fáa eitt prát við okkum so tíðliga sum til ber. Á henda hátt kunnu vit veita tær trygd fyri at tín nýggi køkur er væl til rættislagdur, tá ið tað kemur til hvítvørur.

Hjá EL-IN í Klaksvík, hava vit holla vitan innan tær nýggjastu hvítvørurnar.

Køliskáp, eymhetta, ovnur, kókipláta og uppvaskimaskina, eru alt ting í nýta nógva orku tilsamans. Afturat hesum kemur so, kaffimaskina og allar hinar køksmaskinurnar, ið eisini skulu hava streym og ikki minst stikkontakt. Alt hetta er vert at hugsa um áðrenn tú keypir køkin.

Trygd fram um alt!

Tað er ein gott hugskot at fáa ein góðkendan el-innleggjara at hyggja eftir at alt er í lagi í húsinum. Vit kunnu hyggja eftir um títt el arbeiði er gjørt innan teir lógarmessigu karmar, ið kravdir eru.

Hetta gevur tær trygd fyri at tú fært alt aftur frá tryggingini, um eldur skuldi staðist av einum ella øðrum elektriskum í húsinum.

El-innleggjarin kann eisini hjálpa tær við at strekkja fleiri káplar og jørðstikk, har ið tað er brúk fyri slíkum.

Tá ið ein setur ein nýggjan køk upp, er tað altíð eitt gott hugskot at hava allar leidningar goymdar so væl sum gjørligt.

Fríttstandandi ella innbygt?

Við at byggja allar hvítvørurnar inn í tín køk, kanst tú fáa eina flotta og einkulta útsjónd. Hetta er alt møguligt við teimum so kallaðu innbygdu hvítvørunum. Á henda hátt kanst tú heilt goyma køliskápið ella frystiskápið burtur.

Ein innbygningsovnur kann setast upp í einum høgum skápi, og á tann hátt verður tað lættari hjá tær at arbeiða. Kókipláturnar kunnu setast niður í borðplátuna, heilt óávirkað av hvar ovnurin er. Soleiðis kanst tú tryggja tær at tú altíð hevur gott pláss við síðuna av til at seta plátur frá ovninum niður.

Ljós í køkinum?

Ljós í køkinum, er ein umráðandi partur at hava við í tilrættisleggingini. Hetta kann gera at køkurin verður deiligur at arbeiða í, ella at ein altíð fer at eta úti. Ljósið skal fella javnt niður á køksborði, og ljóskeldan skal vera avskerma, soleiðis at tú ikki verður blendaður.

Oftast er tað betur við fleiri loftslampum, fyri at ljósi skal koma væl inn í skáp, og tá ið ein skal gera reint. Um køksborði stendur í sama rúmi sum køkurin kann lampan yvir borðinum, nýtast sum høvðusljós.

Hevur tú brúk fyri fleiri góðum ráðum og vegleiðing, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit standa altíð klár at geva tær eina hjálpandi hond, og eina ljósa framtíð.

EL-IN

Klingrugarður 8

700 Klaksvík

Tlf: 47 45 00 | Fax: 47 45 01​

Mail: el-in@el-in.fo

Upplatingartíðir

Mánad. - Hósd: 10.00 - 17.30

Fríggjadag: 10.00 - 18.00

Leygardag: 10.00 - 14.00

El-in Spf
Klingragardur 8
700 Klaksvik