Jólatunnilsdagur
|
Leygardagin 10 desember lata vit hurðina upp klokkan 10 til ein nýggjan tunnilsdag, har vit hava fyrireika handilin, so at tú sum viðskiftafólk kann ganga runt í hugnaligum umhvørvið og síggja tað nýggjasta nýggja innan so nógvar ymiskar vørubólkar.
Í Norðlýsiðnum og Dimmalætting hava vit í hesi vikuni víst ein lítlan part av tí stóra úrvalinum sum handilin hevur at bjóða. Stílfullu kaðallistar frá Bosscom er nýggjasta skotið á træðnum, men har er eisini nógv nýtt innan lampur, el-lutir, hvítvørur fyri ikki at tala um teir mest framkomnu flatskermarnar frá Samsung. |
|