• elin
  • elin


EL-IN: Klingrugarður 8, 700 Klaksvík • Tlf: 474 500 • Fax: 474 501


BOSSCOM í Føroyum

Tann 1. novmeber gjørdist el-in einaumboð fyri BOSSCOM í Føroyum. Einafumboðið fevnir um kanalir og hyllar og úrvalið kann síggjast í handlinum. Omanfyri hesi tíðindi kanst tú klikkja á ein lítlan film, sum vísir dømi uppá hesar kanalir sum fáast í hvítum, svørtum og alu. Sera lætt at seta upp og fæst í støddunum 12,18,33 og 50 mm.

Tær kunnu brúkast alla staðni har tú á ein snøggan og stílfullan hátt ynskir at fjala leidningar og káplar. Onkur velur enntá at seta hetta upp einans fyri vakurleikans skuld, so tað er bara hugflogið sum setur mark fyri hvussu tú kanst nýta hesar kanalir ella listar. Bosscom er eitt stórt merki við mongum ymiskum produktum og vit hava eisini valt nakrar hyllar sum kunnu festast í veggjin uttanyvir kanalirnar, hetta kann verða til at seta sjónvarp, útvarpstól, dvd ella okkurt heilt annað á.

Tvey sløg eru av hyllum og fáast hesar eisini í trimum ymiskum litum. Tú kanst síggja meira av BOSSCom við at klikkja her http://eu.bosscom.com/
 

EL-IN | Klingrugarður 8 | 700 Klaksvík | Tlf: 474 500 | Fax: 474 501